Eilif og Ivan reinsaðir

Fyrrverandi landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen sannførdu á samráðsfundi hósdagin landsstýrismálanevndina um, at teir onki ólógligt gjørdu, tá loyvi varð givið at ala á Vatnsnesi

Niclas Johannesen


?Grundarlag er ikki fyri at staðfesta, at fyrrverandi landsstýrismenninir Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen hava borið seg ólógliga at í sambandi við viðgerðina av málinum um aling á Vatnsnesi.?

Hesi vóru boðini í postinum mánamorgunin til Eilif Samuelsen og Ivan Johannesen. Sendari var landsstýrismálanevndin, ið annars var komin til ta fyribilsniðurstøðu, at teir høvdu borið seg ólógliga at í sama máli, aftan á ráðgeving frá løgfrøðingum bæði í Føroyum og Danmark.

Men hósdagin vendist í holuni. Eilif og Ivan vóru kallaðir til samráð, har teir boðaðu frá, hví teir handlaðu sum teir gjørdu.

? Hatta var úrslitið, eg hevði væntað alla tíðina, segði ein væl nøgdur Eilif Samuelsen mánamorgunin.

? Eg visti, at vit høvdu gjøgnumgingið málið ógvuliga gjølliga í Tinganesi, og har var ongin feilur frá okkara síðu. Og tað fingu vit eisini sannført landsstýrismálanevndina um.

Sostatt er greitt fyri landsstýrismálanevndini, at fyrrverandi landsstýrismenninir hava hvørki brotið almennu revsilógina ella lógina um ábyrgd landsstýrismanna í hesum máli.


Sílaveiðifelagið

fylgir upp

Tað var annars Sílaveiðifelagið, ið kærdi málið fyri landsstýrismálanevndina. Formaðurin í felagnum Hans Joensen sigur við Sosialin, at Sílaveiðifelagið fer at biðja um alment innlit í málinum.

? Vit eru øgiliga áhugað at fáa at vita, hvussu tað ber til, at tú ein mánadag hoyrir, at eini sjey lógarbrot eru framd í Tinganesi í viðgerðini av hesum máli, og hvussu tú ein fríggjadag kanst koma til ta niðurstøðu, at onki ólógligt hendi kortini, sigur Hans Joensen, formaður í Sílaveiðifelagnum. Hann vísir til niðurstøðurnar hjá danska umboðsmannastovninum, sum eisini hevur hugt at málinum eftir ynski frá landsstýrismálanevndini.