Eilif er ættaður av Oyri. Hann var sjómaður og sigldi sum dekkari og kokkur, til hann í 1972 fekk starv hjá Føroya Tele. Hesi árini hevur hann arbeitt sum kaðalmaður, montørur og við feilfinning. Hann arbeiddi út frá støðini í Kollafirði til 2004, tá hann varð fluttur til støðina í Saltangará.
Eilif fer nokk ikki at sita hendur í favn, nú hann fer frá sum telefonmaður, hann hevur fleiri frítíðaráhugamal sum t.d. ættargransking, at dreyga úr træ, og so hevur hann eisini stóran áhuga fyri føroyskum blómum.
Foreldrini hjá Eilif vóru: Trina Debes, sum var ættað úr Beitinum, og Sámal Debes, vanliga nevndur Sámal í Smiðjuni, bæði av Oyri.
Eilif er giftur Hildu, f. Thomasen, ættað úr Kvívík. Tey eiga fýra børn: Karin, sum býr í Danmark, Sámal og Heðin, sum búgva á Oyri, og Rúni, sum býr í Tjørnuvík.