Eiler um tónleik

Eg má siga, sum er, at eg sum so ongan tíð havi havt nakran serligan áhuga fyri tónleiki. Skal tað vera, so er tað fyri tað nógva føroyskur tónleikur, sum mær dámar at lurta eftir. Kanska mest andaligur tónleikur. Men eg gangi ikki og fylgi við í hvørjari útgávu, sum kemur á marknaðin.