Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at Eiler Jacobsen, reiðari, ætlar at selja rækjuskipið, Sólborg, men hetta er eftir øllum at døma ikki so.
? Hatta veit eg avgjørt einki um, sigur Eiler, sum læandi heldur fyri, at fjølmiðlarnir so ofta bæði hava keypt og selt skip fyri hann og aðrar.
Eiler sigur, at Sólborg í løtuni er á Flemmish Kap. Teir hava fiskað í eina góða viku, og fiskiskapurin hevur ligið um 8-10 tons um dagin.
? Hetta er hampiligur fiskiskapur, men rækjurnar eru smáar, og rækjuprísurin er ov lágur.
Reiðarin vísir á, at prísurin á teimum smáu rækjunum, teimum sonevndu sekkjarækjunum, er hækkaður einar 2 kr. kg., og hetta ger mun.
? Men líkt er ikki til, at japanesarar vilja geva meira fyri tær stóru rækjurnar.
Hann heldur, at orsøkin er hon, at aðrir í størri mun eru komnir á japanska marknaðin við sínum rækjum.
Undan hesum túrinum var Sólborg í Eysturgrønlandi.
Eiler sigur, at hetta var ein hampiliga góður túrur í nøgd, men eisini her var prísurin á rækjunum til Japans ov lágur.
Rækjurnar hjá Sólborg vórðu lagdar upp í Havn; sekkjarækjurnar endaðu á Oyri, meðan tær stóru rækjurnar fóru til Japans.
Gongur væl hjá Krúnborg
Vit spurdu eisini Eiler, hvussu tað hevur gingist hjá Krúnborg. Onkur mundi yppa øksl, tá ið okkara kendasti reiðari fyri fáum árum síðan undirskrivaði sáttmála um hetta stóra og stásiliga skip.
? Eg vil siga, at tað hevur gingið heilt óvanliga væl hjá Krúnborg í ár. Vit hava havt so gott sum fult skip seinastu tveir túrarnar. Tann fyrra túrin hevði Krúnborg 2340 tons, sum teir fingu í seks hálum og tann seinna 2504 tons.
Spurdur, hvussu tað hevur gingið at svarað hvørjum sítt við einum so stórum og dýrum skipi, síðan Krúnborg kom í fiskiskipaflotan, sigur reiðarin, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, soleiðis sum gongdin higartil hevur verið.
Nógvur svartkjaftur
Eiler Jacobsen sigur, at hóast fiskifrøðingar mæla til at halda aftur í veiðini eftir svartkjafti, vísir tað seg, at meiri og meira svartkjaftur er at fáa hvørt ár.
? Veiðan hjá Krúnborg bara økist, sigur reiðarin at enda.
Svartkjafturin er annars á veg norðureftir í føroyskan sjógv. Tróndur í Gøtu var tann fyrsti, sum kastaði í føroyskum øki í fjør; hetta var 12. apríl, og teir roknaðust beinanvegin.