Tann 30. juli fylti hann 80 ár. Tá vóru Eiler og Beinta í Spanien. Í seinastu viku frættist, at Eiler skuldi leggjast undir skurð fyrst í hesi vikuni. Útlitini vóru ikki søgd at vera ring. Men soleiðis skuldi ikki verða, og nú er hann farin í Harrans hendur.
Men eftir er minnið um ein kappa í føroyska samfelagnum. Tað varð skrivað um hansara søgu í samband við føðingardagin, og skal hon sum so ikki endurtakast.
Men Eiler var eitt rætt barn av føroysku lagnusøguni. Hann misti pápan 2 ára gamal við “Immanuel” í 1932.
Mamman, Helena, giftist aftur til Skálavíkar, og harvið gjørdist Eiler skálvíkingur. Hann byrjaðu sum fiskimaður, seinni gjørdist hann skipari. Aftur seinni gjørdist hann “sildakongur” bæði sum skipari og reiðari. Hann legði grundarlagið fyri, at uppisjóvarflotin gjørdist eitt satt gullnám bæði fyri reiðarar og fiskimenn. Hesin flotin er í dag ein av súlunum undir føroyska samfelagnum.
Eiler giftist við Beintu, dóttir Hjørdis og Petur Háberg. Tey fingu fýra børn, Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler.
Sjálvur kom eg tíðliga at kenna Eiler. Vit bæði Beinta eru systkinabørn, og eg var enntá í brúdleypi hjá teimum í 1962.
Eiler gjørdist altíð tann sami, fiskimaðurin úr Skálavík, hóast hann kom á fremstu rók í føroyska samfelagnum og gjørdist gitin í altjóða fiskivinnuumhvørvi.
Hann hugsaði um fiskimenninar og teirra viðurskift. Hetta gjørdi hanni eisini, tá ið skipini hjá honum vórðu bygd. Hansara fyrsta skip “Ísborg” var sera væl útgjørt í so máta. Tá hann helt tað vera uppá tíðina at selja “Krúnborg” bar hann so í bandi, at manningin kundi fylgja við skipinum til nýggju eigararnar. Tað var ikki nøkur sjálvfylgja.
Eitt sum hevur eyðkent Eiler saman við Beintu er, at tey hava verið so familjukær. Tey hava altíð víst umsorgan fyri sínum, eisini so langt burtur sum systkinabørnum og teirra.
Tað var eisini stuttligt at síggja, hvussu góður Eiler var við vermammuna Hjørdis. Tey klemmaðust hvørja ferð tey sóust!
Kanska hevur Eiler ikki verið so væl fyri seinastu árini, gongulagið hevur ikki verið tað besta. Men fyri tað fór Eiler allastaðni. Her kundi hann ikki fingið eina betri konu enn Beintu, sum altíð var til staðar at stuðla. Men tað vóru eisini onnur, sum vóru góð við Eiler, og sum vildu geva honum eina hond, tá brúk var fyri tí. Hetta var Eiler eisini altíð so takksamur fyri.
Eiler var ikki smáligur. Hann fór spakuliga um hurðarnar, men tað er vist rættuliga fitt, sum hann hevur leskað endamálum av ymiskum slag, sum hann hevði áhuga fyri.
Tað mest sjónliga er tann bygningur, sum nú er við at verða bygdur í Skálavík.
Eitt er vist, at Eiler hevur sett varðar eftir seg í føroyska samfelagnum, sum koma at standa leingi.
Vit onnur koma at minnast hann við takksemi.
ó.










