Eiler dømir steypafinaluna

Ovari vøllur í Gundadali leggur graslíki til, tá ársins útgáva av finaluni um Løgmanssteypið skal spælast.

Dysturin verður spælur komandi mikukvøld klokkan 18, og eru tað HB og EB/Streymur, ið skulu spæla. Nú er dómarin til dystin eisini ásettur, og tað verður Eiler Rasmussen, sum skal leiða dystin. Hjálpardómarar verða Jens Alberg Simonsen og Andreas Petur Hansen, meðan Lars Müller verður fjórði dómari.