Eiler avsannar sølusleyg

Reiðarin á Krúnborg Eiler Jacobsen avsannar leysasøgutíðindi um, at dýrasta skipið í føroyska fiskiflotanum er á veg til Klaksvíkar

Niclas Johannesen


Meðan Krúnborg loksins fór á sín fyrsta túr mánakvøldið skúmaðu leysasøgur kring Havnina um, at nýggja skipið hjá Eiler Jacobsen var á veg til Klaksvíkar.

Gomlu makkararnir Jóhan Páll Joensen og Frank Uhrenholt skuldu havt bjóðað.

Men nix.

Roykur og ongin grind, sigur Eiler Jacobsen.

? Ja, eg havi hoyrt nógvar søgur av hasum slag. Eg veit ikki, hvat tær koma frá. Kanska er tað onkur, sum spælir hund, finnur upp á og gerst dagsins maður við dagsins søgu. Men hetta hevur absolutt onki upp á seg.

Krúnborg roynir eftir makreli vestan fyri Shetland. Reiðarin sigur, at teir royndu at kasta og alt sær út til at rigga væl. Haraftrat hevur Krúnborg hoyrt frá skotskum bátum, ið hava borið við makrel.

? So nú verður spennandi, leggur Eiler Jacobsen aftrat.