Eikilund 1 ár

Stovvnurin Eikilund í Vági hevur í dag eitt ár á baki og dagurin varð hildin, sum ein slikur skal haldast.

Ansingarstovnurin Eikilund í Vági hevði í dag eitt ár á baki. Í hvussu er í nýggja og stásiliga bygninginum.

Fyri eini 10 árum síðani byrjaði Eikilund í leigaðum hølum, men Vágs Kommuna hevði eina ætlan um at byggja nýgjan barnagarð. Fyri einum ári síðani flutti Eikilund í nýggju hølini, skamt frá, har stovnurin fyrr hevði hildið til.

 

Nýggi bygningurin er skræddaraseymaður til endamálið og í dag hildu tey 1 ára dagin við tiltøkum og spæli, døgurða og seinnapartin var opið hús fyri foreldrum, ið komu til kaffi og køku.

 

Í dag vitjaði eisini klovnurin Bubu í Eikilund. Børnini høvdu frammanundan lært ein nýggjan sang hjá Bubu og sungu ty sangin saman við Bubu, umframt at Bubu undirhelt.

 

Hann kom súkklandi inn til børnini og í komandi viku kemur nýtt videolag frá Klovnurin Bubu á youtube - har tey 4 videobrotini. ið longu eru á youtube, longu eru farin uppum 30.000 hits.

Bubu hevur úr at gera og .í vikuskiftinum verður Bubu á bygdastevnuni í Hvalba leygardagin kl 14