TAKS hevur nú sent Eik Banka hoyringsskriv við síni niðurstøðu í skattamálinum hjá bankanum, men einki sum helst verður upplýst um, hvør niðurstøðan hjá TAKS er.
TAKS sigur, at av tí at talan er um skattaviðurskifti hjá eini løgfrøðiligari eind, hevur TAKS ikki rætt til at kunna um niðurstøðuna - uttan so, at Eik Banki sjálvur tekur undir við tí.
Málið snýr seg um, at Eik Banki hevur roynt at drigið 18 prosent av 514 milliónum krónum frá - tað er 90 milliónir krónur - hóast bæði Jørn Astrup Hansen, ið sat sum stjóri í Eik banka í fram til á vári 2011, og Fíggjarligt Støðufesti eru á einum máli um, at tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur rætt til hasar 514 milliónirnar og ikki Eik Banki, og tí kann bankin ikki eftirfylgjandi draga nakað frá av hesum ávum.
Men hóast skattamálið nú er liðugt viðgjørt í TAKS, fæst einki at vita um niðurstøðuna, uttan so at Eik Banki sjálvur kemur út og kunnar føroyingar um, hvussu verður við hesum 90 milliónum krónunum.
Miðlahúsið hevur vent sær til Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik Banka, fyri at fáa fatur á niðurstøðuni, men bankastjórin sigur í stuttari viðmerking í dag, at bankin nú viðger skrivið frá TAKS og tí ikki hevur nakra viðmerking enn.