Ungdómsdeildin hjá Eik hevur í dag gjørt samstarvsavtalu við festivalin við
Múrin.
Hendan avtala snýr seg millum annað um at kappingar verða á heimasíðuni hjá
Eik, har atgongumerki til festivalin við Múrin verða at vinna.
Eik Banki er sera spentur um hesa avtalu, og vænta vit eitt gott samstarv
við henda nýggja og ferska festival, sigur Eva Brekkstein, sum er
deildarleiðari á ungdómsdeildini hjá Eik.
Eisini sigur Eva, at onnur spennandi tiltøk verða í bankanum, í samband við
hesa samstarvsavtalu.
Eg kann ikki avdúka hvørji hesi tiltøk verða sum nú er, men eg kann lova, at
hesi tiltøk verða spennandi fyri okkara viðskiftafólk, leggur Eva afturat at
enda, og sigur at fólk eru vælkomin at vitja heimasíðu teirra
<http://www.18-25.fo/> www.18-25.fo
Fyriskipararnir við Múrin eru sera fegnir um hesa samstarvsavtalu við Eik,
og gleða seg til eitt sera gott og spennandi samstarv framyvir.