Roknskapir
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eik Banki hevur áðrenn vikuskiftið kunngjørt roknskapin fyri triðja ársfjórðing. Talan er tó ikki beinleiðis vakran roknskap, sum ger, at bankin verður noyddur at lækka metingina fyri 2009 til undirskot á 150 milliónir krónur, í mun til millum 25 og 75 milliónir krónur í undirskoti, sum metingin ljóðaði áðrenn.
Fyrsta til triðja ársfjórðing hevði Eik samtakið eitt undirskot eftir skatt upp á 100 milliónir krónur, í mun til 33,4 milliónir í undirskoti sama tíðarskeið í fjør. Tí hevur bankin lækkað sína meting fyri 2009 til eitt undirskot á 150 milliónir krónur.
- Fyrst og fremst er tað gott at staðfesta, at inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum netto eru uppi á aftur sama stigi sum fyri einum ári síðani. Tað er neyðugt. Harnæst kunnu vit staðfesta, at niðurskrivingarnar eru lækkaðar frá 2. til 3. ársfjórðing. Men vit vænta framvegis høgar niðurskrivingar. Og við hybrida kjarnukapitalinum hevur bankin styrkt solvensin upp á eitt nøktandi stig, nú tíðirnar eru turbulentar, sigur forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen.
Dýrari at vera kundi
»Bankin hevur styrkt grundleggjandi raksturin í 3. ársfjórðingi, og hann styrknar væntandi eisini í 4. ársfjórðingi«, skrivar bankin í frágreiðingini.
Tá grundleggjandi raksturin er batnaður, merkir hetta tó at tað er vorðið dýrari at vera kundi.
Rentu- og ómaksgjøldini øktust soleiðis við 31 milliónum krónum frá 2. til 3. ársfjórðing 2009, og tey eru nú á sama støði sum í 3. ársfjórðingi í 2008. Bankin hevur harnæst við virknaði frá medio oktober hækkað rentumarginalin, serliga á vinnulívsviðskiftum. Samstundis er kostnaðurin til starvsfólk og umsiting í miðal hildin niðri á einum lægri støði enn í 2008.
Bankapakki II tryggjar
Eik Banki undirskrivaði í gjár eisini avtalu um luttøku í Bankapakka II hjá donsku stjórnini.
Harvið styrkist kapitalgrundarlag bankans við hybridum kjarnukapitali á 327,2 milliónum krónum.
Kuponrentan er 10,92 prosent p.a. Tað merkir, at solvensurin hjá móðurbankanum styrkist úr 16,4prosent í 19,4 prosent, og solvensurin hjá samtakinum fer úr 10,9 prosent upp í 12,9 prosent.
Dótturbankin, Eik Bank Danmark A/S, ið millum annað rekur størsta internetbankan í Danmark, er longu við í Bankapakka II og tók í juni 2009 tilsamans 295,3 milliónir krónur í láni sum hybridur kjarnukapitalur.
- Leiðslan er nøgd við, at virksemið í Eik Banka-samtakinum umvegis Bankapakka II er tryggjað á ein hátt, ið skapar ró og álit, ið eru neyðug í framhaldandi arbeiðinum at skapa svørt tøl á botnlinjuni, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Bankapakki I og II tyngja úrslit bankans við í minsta lagi 126 milliónum krónum í 2009.