Eik svarar aftur

Eftir at BankNordik herfyri lækk­aði rentuna og bjóðaði sín­um kundum betri tilboð, svar­ar Eik Banki nú aftur.

Bank­in barberar heili 1,25 prosent oman av 1. veð­rætt­ar­lánum. Lægsta bú­stað­ar­rentan fer úr 5,25 prosentum niður í 4,0 pro­sent.

Eisini verður tað bíligari at hava realkredittlán í Eik Banka. Sonevnda bidragið á real­kreditt­lánum lækkar úr 1,9 pro­sentum niður í 1,7 pro­sent.

– Vit hava nú tillagað bygn­að og útreiðslustøði bank­ans soleiðis, at vit eru før fyri at bjóða kundum okk­ara væl bíligari bú­sta­ð­ar­lán. Okkara lang­tíð­ar­ætl­an er m.a., at fyri­munir skulu raka so breitt sum gjørligt, og tí hevur eitt nú Netbankin altíð ver­ið ókeypis fyri allar priv­at­kundar í Eik, eins og vit hava fleiri aðrar ó­keypis tænastur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, for­stjóri í Eik.

Ban­kin vísir á, at lækkingin av 1. veð­rætt­ar­rent­uni merkir eitt nú, at ein familja, sum situr við eini set­hús­a­skuld upp á 1,2 mill­i­ónir krónur, sparir uml­eið 15.000 um árið í rent­u­út­reiðsl­um.

Innlánsrentur eru eisini fevndar av rent­u­lækk­ing­ini. Rentan á ein­støk­um innlánskontum lækk­ar við upp til 0,25 pro­sent­stig­um.
Rentu­lækkingin fær gildi 15. mai 2013, meðan bi­drag­ið á realkredittánum lækk­ar 1. juli, tá næsta real­kre­dit­t­gjald­ing fer fram.