Eik-stjórar verða ikki revsaðir

Í næstu viku fær Fíggjarligt Støðufesti eina frágreiðing um fallið hjá Eik Banka. Frágreiðingin snýr seg serliga um tann danska partin av bankanum.

Fíggjarligt Støðufesti bað seinasta heyst danska advokatin Carsten Fode kanna gongdina í Eik Banka upp undir fallið, sum kostaði knappar tríggjar milliardir krónur, harav danski staturin misti eina milliard.

Málið við kanningini var at fáa staðfest, um táverandi leiðslan hevði gjørt nakað revsivert. Jyllands-Posturin skrivar í morgun, at advokaturin hevur ikki funnið nakað revsivert, og tí kunnu teir gomlu stjórarnir sova trygt tær næstu næturnar, til frágreiðingin kemur.