Næsta summar letur Eik banki nýggja deild upp í Klaksvík Byggifelagið Kanjon er farið undir at fyrireika arbeiðið at byggja nýggja deild til Eik banka í Klaksvík.
Eyðun Mørkøre, deildarleiðari hjá Eik í Klaksvík, sigur við Norðlýsið, at nýggja deildin verður ætlandi klár at flyta í síðst í juni næsta ár.
Sum er arbeiða fimm fólk á deildini hjá Eik í Klaksvík, men deildarleiðarin væntar, at tey verða fleiri í nýggju deildini.