Eik setir Mest á sølulista

- Eik Banki vil ikki framhaldandi eiga skipasmiðjusamtakið, og tí hava vit sett tað til sølu.

Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, við Dimmalætting.

Eik Banki eigur skipasmiðju-samtakið Mest gjøgnum íløgufelagið Notio Framtaksfelag.

Við árslok var samlaði eginpeningurin í Mest 80 milliónir krónur, og tað verður mett sum eitt boð uppá, hvat fyritøkan kann seljast fyri.

- Vit vilja sjálvandi hava so nógv fyri aktivini sum tilber, og keyparin vil ivaleyst sleppa so bíliga sum tilber, men hatta er eitt gott stað at byrja, sigur Súni Schwartz Jacobsen við Dimmalætting.

Sambært forstjóranum er áhugi fyri felagnum.

- Vit hava fingið nakrar fyrispurningar, men enn er ikki komið so langt, at vit kunnu selja fyritøkuna, sigur Súni Schwartz Jacobsen við Dimmalætting.