Sum liður í vanligu endurfíggingini av verandi lánum hevur Eik Banki higartil í ár selt lánsbrøv fyri meira enn 960 mió. krónur -Sølan av lánsbrøvum er liður í vanligu endurfíggingini, men hon sýnir, at marknaðurin er sinnaður at fíggja peningastovnar hóast heimsumfatandi kreppuna, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Hann leggur afturat, at nú er tað tann danski og ikki tann evropeiski marknaðurin, ið verður troyttur.
Hansara viðmerking er knýtt at teirri sannroynd, at Eik Banki higartil í ár hevur selt lánsbrøv fyri meira enn 960 mió. kr.
Nýggjasta lánsbrævið frá Eik varð í vikuni handlað fyrstu ferð á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Lánsbrævið, ið frammanundan er selt skikkaðum íleggjara, er fastforrentað. Tað er útgivið til kurs pari og verður eftir ætlan innfríað í august komandi ár, eisini til kurs pari.
Nýggja lánsbrævaútgávan er fyriskipað av Nykredit Bank, og hon veitir Eik Banka tilsamans 300 mió. kr. Upphæddin fer til endurfígging av verandi lánum.
Tað er fevnt av trygdini, ið danski staturin veitur bankum, ið eru partur av danska fíggjargeiranum, skrivar Eik Banki á heimasíðuni.