Eik partabrævið veksur framvegis

Triðja dagin á rað hækkar partabrævið í Eik í stórum lopum. Fyrr í dag var vøksturin 16 prosent, og var partabrævið tilsamans hækkað úr 86 krónum til 145 krónur partabrævið. Mánadagin, tá virðisbrævamarknaðirnir lótu upp, hevði partabrævið í Eik virði á 86 krónur. Tann dagin vaks virðið á tí við 32 prosentum og endaði á 107 krónum partabrævið. Góða gongdin helt áfram í gjár, tá vaks tað við knøppum 17 prosentum, og endaði á 125 krónum partabrævið.

Tann góða gongdin sær út til at halda áfram í dag. Klokkan 10.20 føroyska tíð var partabrævið vaksið við 16 prosentum, og lá tá á 145 krónum fyri partabrævið.

Sostatt er partabrævið higartil vaksið við tilsamans 82,4 prosentum upp á eina viku, at rokna síðani seinasta mikudag, tá kursurin á partabrævinum var 79,50 krónur fyri partabrævið.

Stutt fyri middag var vøskturin í partabrøvunum í Eik minkaður nakað aftur í mun til fyrr á morgninum, og er vøksturin kl 11.50 4 prosent fyri dagin.

Partabrævið hjá Føroya Banka hevur mestsum staðið í stað seianstu dagarnar, og liggur enn um 134,50 kr. partabrævið. Kursurin á partabrøvum hevur verið sera støðugur seinasta árið, meðan onnur partabrøv eru rapaði í virði.