Framtaksfelag
Hesum hevur Notio boðað frá í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum fyri løtu síðani. Og sambært stjóranum í Framinvest, Anfinn Olsen, er orsøkin til broytta eigaraskarðan rímiliga einføld.
- Sparikassin og P/F 14 boðaðu okkum frá, at tey vildu út. Vit hava so tosað um, hvussu vit kundu umskipa tingini, og endin bleiv so, at vit saman við Kaupthing keyptu partabrøvini hjá teimum báðum farandi pørtunum.
- Tað merkir, at vit í løtuni eiga beint undir helmingin av partabrøvunum hvør, men vit vilja heldur enn fegin fáa aðrar íleggjarar upp i Notio, sigur Anfinn Olsen.
Aftur at teimum báðum feløgunum eiga P/f Vinnan og P/f Poul Michelsen tilsamans 1,5% av partapeninginum.
Sum ein avleiðing av ognarskiftinum varð í gjárkvøldið hildin eykaaðalfundur í Notio Framtaksfelag P/f, har nýggj nevnd varð vald. Í nýggju nevndini eru Malan Johansen, sum er formaður, Anfinn Olsen og Peter Holm. Kristian Petersen er framvegis stjóri í Notio Framtaksfelag P/f.
Notio Framtaksfelag P/f varð stovnað í mai 2002 og hevur síðan stovnanina sett pening í P/f Kall (ein íløga, sum síðan er seld aftur), P/f Auxillior Technology, P/f Poul Michelsen, P/f Kollafjord Pelagic, P/f Faroe Seafood og P/f Tórshavnar Skipasmiðju.