EIK í miðdeplinum í Klaksvík

EIK skipaði fyri hátíðarhaldi fríggjadagin í sambandi við at tað tekur í brúk nýggjan bygning

Í morgun lat spildurnýggi skrivstovubygningurin hjá EIK í Klaksvík upp fyri almenninginum. Bygningurin liggur í sjálvum hjartanum á Klaksvíkini, har bakaríið hjá Olgu og Haldor Holm fyrr helt til. Fríggjadagin varð stórt hátíðarhald í bygninginum, har umboð fyri leiðslu bankans og fyri Klaksvíkar kommunu hildu røður. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri segði seg vera útrúliga fegnan at vera við til hátíðarhaldið.

 

-Hetta ein søgulig løta, bæði fyri Eik Banka og fyri Klaksvík og økið. Við hesi deildini í Norðoyggjum, sum nú setur føtur undir egið borð, byrjar eitt samstarv millum Eik Banka og hetta lokaløkið, sum er ógvuliga spennandi, og sum verður gevandi fyri báðar partar – tað ivist eg onga løtu í segði borgarstjórin, sum helt fyri, at tað er ikki smávegis bygningur, ið EIK hevur fingið. Sosialurin fer at hava reportasju frá hesi stóru løtu í Vinnublaðnum týsdagin. Vinnurásin hjá Rás2 var eisini til steðar og verður hetta partur av sendingini týsdagin kl. 16