Fyrrverandi stjórnin, nevndarlimirnir og grannskoðanin hjá Eik kunnu vænta eitt lutfalsliga stórt endurgjaldskrav.
Tað sigur stjórin í Fíggjarligum Støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen.
- Vit kunnu ikki siga nágreiniliga talið enn; men tað er okkara meting, at talan verður um eina stóra upphædd, sigur Henrik Bjerre-Nielsen við Rás 2.
Hvørki Marner Jacobsen, fyrrverandi bankaforstjóri, ella Hans Laksá, stjóri í Nota, eru samdir við niðurstøðurnar í frágreiðingini, sum Fíggjarliga Støðufesti hevur latið gjørt.
Stjórin í Fíggjarligum Støðufesti viðurkennir, at fleiri hugsanir kunnu vera um málið.
- Hendan frágreiðingin er søgan, sum hon verður lýst út frá sjónarhorninum hjá okkara advokati. So er tað upp til dómstólin at taka støðu til, um okkara søgaer hin rætta, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, sum ætlar at gera skjótt av.
- Okkara advokatur skal nú fyrireika sakina. Tað tekur altíð eina ávísa tíð, men vit stremba eftir tað hendir skjótast gjørligt, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, við Rás 2.