Eik lækkar rentuna á bústaðarlánum

Eik Banki lækkar nú lægstu bústaðarrentuna niður á 3,45 prosent

Fyri fjórðu ferð í eitt gott ár lækkar Eik Banki nú bústaðarrentuna.

Eik boðar í morgun frá, at bankin lækkar lægstu bústaðarrentuna við 0,30 prosentstigum – úr 3,75 prosentum og niður í 3,45 prosent.

- Vit eru í støðugari kapping um kundarnar á føroyska marknaðinum og arbeiða tí miðvíst við at styrkja um okkara kappingarføri, soleiðis at hetta er til fyrimunar fyri allar føroyingar, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Rentulækkingin fær gildi 20. juni 2014 og er sjálvvirkandi. Hetta merkir, at kundum við lægstu 1. veðrættarrentu nýtast einki at gera fyri at fáa ágóðan av rentulækkingini.