Frá 1. februar lækka fleiri av tænastugjøldunum í Eik. Hjá pensjónistum verður ókeypis at flyta pening og somuleiðis lækka summar rentur, men bidragið á realkredittlánum hækkar
- Vit gjøgnumganga javnan tænastugjøldini í bankanum, soleiðis at tað er ein rímulig jávnvág í millum kostnaðin av at veita eina tænastu og tann prís vit taka fyri hana. Eisini vilja vit at taka atlit til í hvønn mun okkara tænastugjøld eru kappingarfør, sigur Súni Schwartz Jacobsen forstjóri í Eik Banka.
Í stuttum verða hesi ómaksgjøld broytt:
Fráboðaða ársgjaldið á Eik Netbankanum hjá privatkundum upp á 120 kr. um árið, sum skuldi koma í gildi 1. januar 2012, verður ikki sett í gildi.
Sostatt verður Netbankin framvegis ókeypis at brúka hjá privatkundum.
Flytingar til Danmarkar umvegis Eik Netbankan verða ókeypis. Hetta er tó bert galdandi fyri flytingar við stuttum boðum.
Ársgjaldið á gjaldskortum til kundar millum 18 og 25 ár, lækkar úr 200 krónum, niður í 15 krónur
Eykagjald fyri myndakort lækkar úr 50 krónum í 0 krónur.
Eisini verður bíligari hjá pensjónistum at brúka Eik, tí manuellar flytingar hjá Eik viðskiftafólkum, sum eru fødd fyri 1. januar 1940, verða nú ókeypis og
Saldufyrispurningar umvegis telefon verða eisini iókeypis.
Flytingar við stuttum boðum í Netbankanum eru framvegis ókeypis, tá flutt verður til egnar kontur og aðrar kontur í Føroyum.
- Vit hava gjørt av at halda fram við at bjóða privatkundum ókeypis netbanka, og harafturat hava vit lagt okkum eftir, at eldri og ung viðskiftafólk, skulu hava serligan fyrimun av lækkingunum, sigur stjórin.
- Eldru viðskiftafólkini hava aloftast ikki netbanka og tískil ikki somu valmøguleikar sum onnur og tí bjóða vit teimum at fáa flytingar avgreiddar ókeypis á deildunum, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Rentan á 1. veðrættarlánum lækkar við 0,25 prosentum. Rentan á ávísum innlánum lækkar somuleiðis við 0,25 prosentum.
Bidragið á BRF lánum hækkar upp í 1,90 prosent. Higartil hevur bidragið á nýggjum realkredittlánum verið 1,75 prosent. Hækkingin er galdandi fyri nýggj og verandi lán, har ein partur av verandi lánum hevur havt eitt bidrag, sum hevur verið lægri enn 1,75 prosent.
- Orsøkin til hækkingina eru m.a., økt kapitalkrøv í sambandi við veitan av realkredittlánum, umframt at øll realkredittlán framyvir fara at hava eins bidrag.
Hækkingin hevur gildi frá 1. apríl 2012.










