Partabrævið hjá Eik setir í morgun botnmet á børsinum í Keymannahavn. Kursurin er farin niður við eini helvt fyrrapartin. Kreppurakti Eik Banki fær av at vita á børsinum í Keypmannahavn í morgun. Virðið á partabrævinum hjá Eik rapar niður, og hesar fyrstu tímarnar í morgun er virðið farið niður við eini helvt.
Kursurin var 64,5 í morgun, men nú er kursurin komin niður á 30.
Tá ið partabrævið hjá Eik hevði mest virði, var kursurin 775. Tað var í september 2007, men longu eitt gott ár seinni var kursurin komin niður á 100.
Handilin við partabrøvum hjá Eik hevur ikki verið so stórur í morgun, hóast fráboðanina um fíggjarligu trupulleikarnar. Fyri løtu síðani hevði verið handlað við 12.045 partabrøvum til eitt virði av næstan 600.000 krónum.