Eik økir rentumarginalin

Sum avleiðing av einum endurskoðaum rentupolitikki, hækkar Eik rentuna fyri vinnulán. Í skrivi til vinnukundar skrivar Eik, at endurskoðanin av fígging til vinnufyritøkur hevur staðfest, at kredittváðin við vinnuligum útlánum seinasta árið er hægri enn tað, sum upprunaliga varð mett.

Tí boðar Eik Banki nú frá, at kredittmarginalurin - og harvið rentan - til vinnuútlán hækkar 1,0 prosentstig tann 15. oktober.