Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop upp á 44,6 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið 54,4 mió. kr. Við hálvárið 2013 javnvigar fíggjarstøðan við 7,0 mia. kr., og eginpeningur bankans er 1,2 mia. kr.
- Fyrra hálvár hjá Eik Banka hevur hilnast væl, og Eik roknar við einum avlopi á áleið 60-90 mió. kr. fyri skatt fyri árið 2013, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Útlánini eru 4,7 mia. kr., sum er eitt vet lægri enn við ársenda 2012. Innlán bankans økjast framhaldandi og eru tann 30. juni 2013 á leið 10 mió. kr. hægri enn við árslok 2012, um hædd verður tikin fyri láninum við statsveðhaldi á umleið 1 mia. kr., sum bankin rindaði aftur í februar 2013. Av javnanum tann 30. juni 2013 á 7,0 mia. kr. er eginognin áljóðandi 1,2 mia. kr. og innlán áljóðandi 5,5 mia. kr. Bankin fíggjar soleiðis útlán við eginpeningi og innlánum í samsvari við yvirskipaða málsetningin hjá bankanum. Solvensurin er 23,3% og likviditeturin áleið fýra ferðir lógarkravda minstamarkið. Sostatt eru bæði solvensur og likviditetur hjá bankanum góðir.
Eik hevur lækkað bústaðarrentuna í tveimum umførum fyrra hálvár 2013. Fyrru ferð 15. mai 2013 lækkaði Eik lægstu sethúsarentuna niður í 4%, og við virknaði frá 1. august 2013 hevur Eik aftur lækkað lægstu sethúsarentuna, hesa ferð niður í 3,75%. Umframt hetta er bidragið á realkredittlánum lækkað niður í 1,7%, og fleiri av tænastum bankans eru ókeypis.
- Bygnaður og útreiðslustøði bankans eru eisini tillagað virksemið, og verður stórur dentur lagdur á at veita øllum kundum eina góða og skjóta tænastu til kappingarførar prísir. Eik Banki arbeiðir miðvíst við at vinna ein størri part av føroyska marknaðinum, sigur bankin í tíðindaskrivi í dag.