Eik Bank hevur valt at leingja sponsor-avtaluna við FC Amager í trý ár afturat. - Yvirbygningurin í FC Amager hevur gjørt tað møguligt at fáa tann størsta einkulta sponsorin, sum limaklubbarnir í felagnum nakrantíð hava havt. Hetta eru vit sera fegin um og stolt av, sigur Todi Jónsson, stjóri í FC Amager. Claus Bodenhoff frá Eik Danmark sigur, at peningastovnurin hevur gjørt av at leingja samstarvið, tí Eik sær stórt virði í hesum. - Vit síggja longu nú, at FC Amager fær góða umrøðu, sum úrslit av fleiri áskoðarum og nógvum dystum, ið verða sendir á TV2 Sport, sigur Claus bodenhoff.










