Vit hvílt hava – ligið mentalt í dvala
Nú róp kemur í – alt fer upp at gala
Við runu blaka, og kalla ein spaka fyri ein spaka
Í góðum tíðum – eingin sigur nakað!
Á fremsta beinki- Tróndarson og Godtfred sita
Nei, ‘nú teir ikki gita, men vilja vita’.
Um leiðslu- og nevndardygdir spyrja
Við børsskráseting, -TÁ teir burdu byrja!
Nei, nú er í monnum ryggur,
lættari at sparka til ein ið liggur
Við børsskráseting allir vinklar eiga vendast,
og ikki bert av økonomum, so aðrar síður blendast
Tí nógvir eru vísmenn tá,
sum framtíð, forrætning og vinning sjá
Um kurs, solvens og innara virði,
og partabrøv – ja, upp bara skrivið!
Um leiðslu og nevndir -ikki teir hugleiða,
ella starvsfólkadygdir og sjónarring breiða,
Um nevndarlimur er maður hampa
og leiðsluVINAbólkur forrætning til ampa
Um stór nevnd er ein bági,
og passivir limir ein vági
Hvussu kann ein vanligur jassur
íblástur geva –koncern í milliardaklassa?
Eingi krøv til nevndarlimir
“Eg kann sita – líka so væl sum hini”
Ein roynd varð gjørd at minka talið,
niðurstemmað á umsjónarráðsvali
Tað føroyska kenda syndromið,
um útjaðaraleiklut – vit kenslur hava nomið
Tað størri týdning, eisini her hevur fingið,
-og síðani dygdir við dunnuhyla-sjónarringi
Var eldhugi, ágrýtni, eldsál í brúki?,
ella var tað bara at ganga forbí hini, til borðið við dúki
So spyrt tú meg, -so skuldi nevndin í ‘sús og dús’,
í hesum føri! ,-fyrst verði farin til hús
Ja, fleiri vit hava ‘í tíma sovið’
Miðlar, politikkari og økonomi
Ikki lært ávaringartekin at síggja,
Nú vit bert eyguni gníggja
Min vón um framtíð bjarta,
tí sakin liggur mær nógv á hjarta
Heilsan til teirra farnir av rók tí fremstu,
við samkenslu og ynskjum um framtíð bestu!
Bergun Kass (nevndarlimur 96-04)










