Tíggju bankanæmingar hjá Eik fingu prógv í vikuni
Tað var Bjarni Olsen, stjóri í Eik, sum handaði teimum 10 næmingunum prógv. Tey 10 hava verið í bankalæru í tvey ár.
Í røðu síni í sambandi við handanina segði Bjarni Olsen millum annað, at tey ungu hava verið so dugnalig og ágrýtin, at tað ber ikki til at fáa betri fólk aðrastaðni.
-Eg ivist ikki eina løtu í, at tit eru før fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman bæði í Eik og í Føroyum yvirhøvur, segði Eik-stjórin.