Eik høvuðsstuðul hjá Fremad

Eik Bank verður nú høvuðsstuðul hjá Fremad Amager. Ein góður eksponeringsmøguleiki hjá bankanum og eitt herðaklapp til okkum, sigur Todi Jónsson

Fremad Amager tekur nú enn eitt fet á leiðini at styrkja um grundarlagið undir felagnum.

Nýggjur sponsorsáttmáli er gjørdur, og hesin ger Eik Banka til høvuðsstuðul hjá felagnum, ið innan fá ár ætlar sær at takast við tey stóru í Danmark.

- Hetta er enn ein liður í okkara arbeiði at styrkja um felagið. Og sjálvandi eru vit fegin um nýggju avtaluna, sigur Todi Jónsson, sum er nevndarformaður í Fremad Amager A/S.

- Og sjálvandi vóna vit, at báðir partar fáa gagn úr hesum. Eik er jú virkið á danska marknaðinum, og eg ivist ikki í, at vit við hesum kunnu geva teimum ein góðan eksponeringsmøguleika, sigur Todi.

Eik hevur verið partur av føroyska konseptinum kring Fremad Amager síðan byrjan, og frá nýggjárinum verður tað altso í fremstu røð sum høvuðsstuðul.

 

Styrkja hópin

Hóast felagið eftir seinasta kappingarár noyddist eina deild niður, so hevur hetta á ongan hátt tikið mótið frá leiðsluni í felagnum. Heldur er orkan nú brúkt til at betra enn meira um fortreytirnar, og ítróttarliga hevur gingið væl, nú felagið er á oddasessinum í deildini.

Men hóast hetta, so verður framhaldandi arbeitt við at styrkja um hópin. Venjarin hjá felagnum, Jacob Friis Hansen, hevur áður sagt, at felagið roynir at styrkja um hópin við spælarum, sum hava støði at standa seg í superliguni, og hetta váttar Todi Jónsson eisini. Men hann leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiliga um hetta.

- Men vit síggja longu nú, at vit hava lættari við at fáa fatur á spælarum, enn vit høvdu tað fyri bara hálvum ári síðani. So eg haldi, at gongdin higartil er tann rætta.