Eins og Føroya Banki gjørdi í síðstu viku, lækkar Eik eisini renturnar, men hækkar samstundis rentumarginalin, og hetta merkir størri inntøkur til bankan Í kjalarvørrinum av rentulækkingini hjá Tjóðbankanum tann 4. desember lækkar Eik Banki nú flestu útláns- og innlánsrentur.
Men eins og Føroya Banki hevur gjørt, brúkar Eik Banki samstundis møguleikan at vaksa um rentumunin millum innlán og útlán, og hetta merkir sjálvandi størri rentuinntøkur til bankan.
Flestu útlánsrenturnar lækka 0,25 prosentstig og flestu innlán lækka 0,75 prosentstig. Altso er í høvuðsheitum talan um at lækka renturnar á útlánum eitt hálvt prosentstig minni enn á innlánum. Tað merkir, at sokallaði rentumarginalurin, sum er grundarlagið undir inntøkum bankans, veksur, og harvið vaksa rentuinntøkurnar.
Rentan á 1. veðrættarlánum kemur niður á 7,0 prosent p.a. Hóast rentan á 1. veðrættarlánum nú er niðri á 7,0 prosentum p.a., eru realkredittlánini frá Eik munandi bíligari. Til dømis er rentan á einum rentutillagingarláni, tí sonevnda RTL2-láninum (tvs. rentan, ið verður ásett aftur í desember 2010) í løtuni beint omanfyri 6 prosent p.a.
Tað merkir, at sokallaðu RTL2-lánini í løtuni eru knapt eitt prosentstig lægri enn rentan á teimum vanligu bankalánunum við 1. veðrætti, ið føroyskir bankar vanliga hava veitt. Eik Banki ger vart við, at fyri uttan at vera bíligari, eru realkredittlán eisini tryggari enn vanlig 1. veðrættarlán, tí rentan kann læsast fast í stutt ella long áramál. Harvið er lánarin vardur móti framtíðar rentubroytingum á einum óstøðugum marknaði, skrivar Eik Banki.