Á íslendska virðisbrævamarknaðinum fekk Eik Banki samsýning fyri góða úrslitið Ellivu av feløgunum, sum eru skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum, fullu í virði í dag.
Hjá Eik Banka gekk betur. Partabrøvini í bankanum hækkaðu 2,55 prosent, og tað var størsta hækkingin í dag yvirhøvur, skrivar Vísir.
Størsta fallið í dag átti 365 hf., hvørs partabrøv fullu 2,47 prosent í virði. Partabrøvini hjá Icelandair fullu næstmest, 1,94 prosent.










