Við einari eginogn oman fyri 1,5 milliardir krónur er Eik Grunnurin væl bjálvaður til afturgongdina á marknaðinum, sigur grunnurin í tíðindaskrivi
Eik Grunninum hevur í dag verið á fundi við Skráseting Føroya. Hetta er ein fundur, ið Grunnurin hevur biðið um. Skrásetingin hevur fingið tær upplýsingar, hon hevur biðið um í sambandi við partabrævahandlar, ið grunnurin gjørdi í fjør, sigur Eik Grunnurin í tíðindaskrivi.
- Handlarnir eru farnir rætt fram, og hesum hava vit greitt Skrásetingini frá, sigur Frithleif Olsen, nevndarformaður.
Hann undirstrikar, at Eik Grunnurin, ið er Føroya størsti privati grunnur, er væl fyri. Tá grunnurin varð stovnaður í 2002 var eginognin knappliga 800 milliónir krónur. Nú er eginognin oman 1,5 milliardir krónur. Sostatt er grunnurin væl umsitin líka síðani stovningina, og hann tolir væl sveiggj.
- Tað er burturvið, at føroysk og útlendsk pressa gitir um, at grunnurin ikki er væl fyri. Eik Grunnurin er væl bjálvaður til at tola tíðir við afturgongd á marknaðinum. Grunnurin viknar ikki stórvegis av at hava mist 39,8 milliónir krónur upp á Spron-partabrøv um vikuskiftið. ?
- Fjølmiðlar her heima og í Danmark hava seinastu dagarnar skrivað, at Eik Grunnurin skal hava mist 150 mió. kr. í sambandi við, at EBH Bank er farin av knóranum. Tað er ikki rætt. Tað rætta er, at Eik Grunnurin hevur afturgoldið 150 mió. kr., sum Grunnurin hevði lánt frá EBH Bank, sigur Frithleif Olsen, nevndarformaður í Eik Grunninum.