Eik góðar 25 milliónir í avlopi eftir skatt

Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop upp á 25,2 milliónir krónur eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið 31,1 milliónir krónur. Fíggjarstøðan javnvigar við 8,1 milliardum krónum og eginpeningur bankans er 1,3 milliardir krónur.

Tað boðar bankin frá í skrivi.

- Fyrra hálvár hjá Eik Banka hevur hilnast væl. Úrslitið vísir, at vit eru á rættari kós, og Eik heldur fast við útlitini um avlop fyri árið 2012, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Í stuttum kann nevnast, at:

• Úrslitið áðrenn skatt, regulering av kapitalpørtum og niðurskrivingum er eitt avlop á 73 milliónir krónur.

• Minkingin av útlánum bankans er mest sum steðgað

• Innlán eru økt við 102 milliónir krónur síðan árslok 2011

• Fyrra hálvár hevur bankin framt niðurskrivingar fyri 46,4 milliónir krónur.

• Niðurskrivingar av útlánum, íroknaðar 18 milliónir krónur í virðisjavnan av lánum og úrslit av fyribils yvirtiknum ognum eru tilsamans 43 milliónir krónur.

• Solvensurin við hálvárið er 22,5 prosent

• Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið er 279,1 prosent, tað er meira enn 3 ferðir lógarkravda minstamarkið

• Framhaldandi útlit um positivan rakstur fyri árið 2012

Útlánini eru 4,9 milliardir krónur og eru á sama støði sum við ársenda 2011. Tískil er minkingin í útlánunum steðgað. Harafturímóti eru innlánini 6,4 milliardir krónur og sostatt eitt vet hægri enn við ársenda 2011.

Solvensurin er 22,5 prosent og likviditeturin næstan 3 ferðir lógarkravda minstamarkið. Sostatt eru bæði solvensur og likviditetur hjá bankanum góður, og tøkur peningur er til at afturrinda 1 mia. kr., sum er eftir av statsveðhildnu skuldini.

Nettorentuinntøkurnar eru lægri enn sama tiðarskeið í fjør og kemst hetta av minking í útlánunum í 2011 og einum lægri rentumarginali enn higartil í 2012. Somuleiðis eru útreiðslur til starvsfólk og umsiting minkaðar fyrra hálvár 2012 í mun til fyrra hálvár 2011.

Niðurskrivingar

Bankin hevur fyrra hálvár framt niðurskrivingar fyri 46,4 milliónir krónur Rakstrarútslitið er tí framvegis nakað merkt av niðurskrivingum upp á ognir, sum eru yvirtiknar frá gamla Eik Banka.