Eik fríggjar til tey ungu

Í annaðkvøld skipar Eik fyri einum tiltaki fyri ung, sum vilja hava sítt egna at búgva í

Tá ein peningastovnur skipar fyri tiltøkum, er natúrliga endamálið at tekkjast nýggjum viðskiftafólki. Soleiðis er ivaleyst eisini við einum tiltaki fyri ung í annaðkvøld, sum Eik skipar fyri í ungdómsdeildini hjá peningastovninum á Tinghúsvegi 49 undir heitimum: ?Góð ráð til størstu avgerð í lívinum?

 

?Nógvir og truplir, men spennandi spurningar stinga seg upp hjá teimum, sum vilja hava sítt egna at búgva í. Hesir spurningar verða tikinir upp og vónandi svaraðir á einum kunnandi tiltaki á ungdómsdeildini hjá Eik í Havn í annaðkvøld, mikukvøldið kl. 19.30. Har verður greitt frá grundleggjandi muninum á at leiga og at eiga. Har eru góð ráð um innrætting, orkusparing, fígging og annað mangt?, skrivar Eik í tíðindaskrivi og ger samstundis vart við, at Guðrið Hansdóttir spælir, og at okkurt gott verður til matna.

 

Tiltakið byrjar klokkan 19.30 mikukvøldið. Tilmelding fer fram á www.18-25.fo.