Eik-forstjóri: Umrøða av Eik er ósaklig

Danskir fjølmiðlar tola ikki, at pinkulandið Føroyar roynir sínar veingir í Danmark. Tíverri taka føroyskir fjølmiðlar tráðin upp eftir dønum, skrivar Marner Jacobsen í lesarabrævi

Forstjórin í Eik, Marner Jacobsen, hevur í dag sent teimum báðum stóru føroysku bløðunum, Sosialinum og Dimmalætting, eitt lesarabræv, har hann tekur til orðanna ímóti tí, sum ført varð fram í fleiri føroyskum fjølmiðlum týsdagin.

Marner Jacobsen heldur, at fleiri føroyskir fjølmiðlar tíverri taka tráðin upp eftir donskum fjølmiðlum.

?Danskir fjølmiðlar hava leingi havt eitt ilt eyga til íslendskar peningastovnar, og tað letur til, at teir heldur ikki tola, at pinkulandið Føroyar roynir sínar veingir í Danmark. Tað at vera føroyskur letur til at stempla okkum frammanundan í donsku pressuni sum ?váðafullan?, ?suspektan? og hvørji onnur orð, donsku fjølmiðlafólkini hava nýtt um okkum?, skrivar Eik forstjórin.

Hann sigur seg hava eina greiða fatan av, at negativa umrøðan av Eik Banka í føroysku fjølmiðlunum stavar frá negativu umrøðuni í donsku fjølmiðlunum.

?Flestu føroysku fjølmiðlarnir eru eftir øllum at døma tíverri ikki nóg at sær komnir at hava sín egna tíðindaflutning?, skrivar hann.

Lesarabrævið hjá Marner Jacobsen verður prentað í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin.