Talan er um fyrireikandi rættarfund í málinum, har Finansiel Stabilitet hevur stevnd nevnd, leiðslu og grannskoðara fyri 150 milliónum. Hetta í samband við húsaganginum hjá Eik Banka.
Hetta er soleiðis ikki byrjanin upp á sjálvt rættarmálið, og tað kann væl ganga rúm tíð, áðrenn hol verður sett á sjálva proseduruna hjá ákæranum.
Tey, ið sambært rættarlistanum skulu møta, eru Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður, Odd Bjellvåg, sum var nevndarformaður, eftir at Frithleif varð settur frá, Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Hans Laksá, grannskoðari, og P/F Nota, ið er grannskoðarafyritøkan, sum stóð fyri grannskoðanini.