Eik farin úr Pelagic

Kollafjørður: Tíðindini eru ikki alment váttað enn, men eftir øllum at døma hava hálendskir íleggjarar keypt partin hjá Eik Banka í Faroe Pelagic í Kollafirði.

Sum skilst hava samráðingar verið millum partarnar í eina tíð, og at hesar nú eru komnar so mikið langt, at tað stundar til, at ein avtala kann verða undirskrivað fyrsta dagin.

Sosialurin hevur roynt at fáa tíðindini váttað, bæði frá seljara og keypara, men, sum vituligt er, vil eingin siga nakað um part ella krónutal, fyrrenn alt er greitt, liðugt og undirskrivað.

Frá hálendskari síðu verður tó sagt so mikið, at ein almenn fráboðan um hesa broytingina í eigaraskapinum kunngjørd rættiliga skjótt.

Hinvegin er líkt til, at nógv virksemi hevur verið hjá Faroe Pelagic, og at tað somuleiðis fer at verða so í hesum árinum, - ikki minst nú, ið hálendingar av álvara eru komnir inn í virksemið í Kollafirði. 




EIGARASKIFTI

Hálendingar eru nú av álvara komnir inn í pelagiska virksemið í Kollafirði. Nógv virksemi er longu her, og verður enn meiri í framtíðini