Eik eru ikki bjartskygdir

Eik banki hevur ein fimting meira útlán enn innlán. Tað hevur við sær at bankin er noyddur at lána pening úr øðrum bankum, og tað kann vera ein trupulleiki, tí álitið millum bankarnar er so lítið í løtuni

Eik hevur virksemi í Íslandi, har stórt krakk var í gjár. Talan er um bankan SPRON, ið ikki hevur tað so gott, tí virksemi í Íslandi ikki er nakað serligt í løtuni, men tað metir Marner Jacobsen ikki vera nakran stóran trupulleika.

-Vit hava mist umleið 30 milliónir krónur uppá SPRON og kursurin er fastlæstur, samstundis hava vit vunnið umleið 140 milliónir uppá Kaupting, so Ísland hevur ikki verið so ringt fyri okkum, sigur stjórin í Eik


Rentan hækkar helst

Hóast Marner Jacobsen ikki metir at nakað fer at henda beint nú, vil hann ikki avvísa at kundin fer at merkja at fíggjarkreppa er kring heimin.

- Vit hava eitt útlánsprosent uppá 125, og álitið millum bankarnar er ikki so stórt í løtuni, og tað hevur við sær, at tað gerst dýrari at lána pening millum bankar. Tí kundi tað hugsast at rentan hækkar í framtíðini. Vit hava ikki avgjørt hvussu nógv hon skal hækka, men í Danmark hava bankar hækkað við umleið hálvum prosenti. Hvat síðani hendir er ilt at siga, men vit mugu eisini minnast til at Føroyar og Danmark hava nógv betur búskaparligt grundstøði enn USA til dømis, greiðir Marner Jacobsen frá.


Ætla ikki at broyta virksemi

Hóast útlitini ikki eru so góð, ætlar Eik ikki broyta nakað uppá virksemi hjá sær.

- Vit halda áfram sum vant, tí sum nú er hava vit fult arbeiði, og ongir veruligir trupulleikar kunnu væntast beint nú, men eg vil ikki avvísa, at vit fara at síggja ein avmatning í búskapinum, men útgangsstøði er gott, leggur Marner Jacobsen, stjóri í Eik, dent á.

Ætlanin var at fáa viðmerkingar frá stjórarnunum í Føroya Banka og í Norðoyar Sparikassa, men hesir vóru ikki at fáa fatur á, áðrenn blaðið fór til prentingar.