Eik er meira vert enn pappírið

Í nýggjari greining frá greiningarfyritøkuni Damco, verður sagt, at fyritøkan metir at kursurin á partabrøvunum hjá Eik í løtuni er ov lágur Í greingini verður staðfest, at Eik Banki hevur ofta verið borin saman við aðrar líkar bankar í Danmark. Tílíkar samanberingar skulu verða gjørdar við varsemi, tí lánini hjá Eik Banka eru annarleiðis sett saman enn hjá flestu teirra, hann verður borin saman við. Eitt nú veita føroyskir bankar vanliga lán til sethús við 1. veðrætti í húsinum, har tað í Danmark vanliga eru Realkreditfeløgini, ið hava henda leiklutin.

- Heimurin stríðist støðugt við avleiðingunum av fíggjarkreppuni, og tað ávirkar, hvat partabrævamarknaðurin heldur um framtíðarúrslitini hjá Eik Banka, eins og hjá øðrum fyritøkum. Tað er skiljandi, men verður lagt upp fyri góða grundrakstrinum hjá Eik Banka, og útlitunum fyri reglubundnari búskaparstøðu nakað skjótt, meta vit, at kursurin á Eik-partabrøvunum er ov lágur, staðfestir Damco.