Eik egið listafelag

Starvsfólkini í Eik hava tikið seg saman, at stovna eitt listafelag, hetta er fyrsta listafelag í Føroyum stovnað á einum arbeiðsplássi. Felagið kemur at eita Listafelagið Eik og øll starvsfólkini í Eik hava møguleika at gerast limir í felagnum. Í dag hevur stovnandi aðalfundur verið, har viðtøkurnar vórðu samtyktar og listaverk burturlutað til limirnar. Stjórin í Listaskálanum, Helgi Fossádal, var tilstaðar og tosaði um listafelag og myndlist í dag. Tað sama var Marianna Norðoy frá Gallarie Focus, sum Listafelagið Eik samstarvar við.