Eik Banki við reyðum tølum

Eik Banki hevur hall fyrra hálvár. Úrslitið er 15,4 milliónir krónur skeiva vegin. Sama tíðarskeið í fjør hevði Eik eitt yvirskot á 237,4 millinónir krónur. Men hóast hallið roknar Eik við einum ársúrsliti á 335 milliónir krónur

Eik Banki hevði fyrstu seks mánaðirnar í ár eitt undirskot á góðar 16 milliónir krónur eftir skatt. Tað staðfestir hálvársroknskapurin hjá bankanum, sum varð almannakunngjørdur fyrrapartin í gjár.

Til samanberingar hevði Eik Banki 206 milliónir krónur í yvirskoti fyrra hálvár í fjør, eisini eftir skatt.

Tað eru serliga partabrøvini, sum Eik Banki eigur, ið draga hálvársúrslitið niður. Meðan Eik fyrra hálvár hevði 40 milliónir í yvirskoti av sínum virðis- og partabrøvum, so gav hesin postur heili 146 milliónir krónur í undirskoti.

Rás2 hevði í gjár stjóran í Eik Banka á orði, og hann segði soleiðis:

– Vit eru raktir av partabrævamarknaðirnir kring allan heimin eru falnir, og tað sæst so aftur í at hava hesir ognirnar í Atlantic Petroleum og Spron.


Mong ár síðani síðst

Tað eru við at vera mong ár síðani, at Eik hevur havt hall hálvársroknskapi sínum. Í Rás2 var Marner Jacobsen spurdur, hvussu reyðu tølini á botnlinjuni skulu tulkast.

– Nú skulu vit ikki leggja meiri í tað enn tað er, segði Marner Jacobsen og minti á, at talan bert er um hálvársroknskap.

– Tað kann nógv henda gjøgnum eitt ár, og vit hava skula tikið eitt søguliga stórt kursfall upp á seks mánaðir. Men vit hava eina sunna drift, vit hava nøkur sunn útlán og lutfalsliga smáar burturleggingar, so útlitini hjá okkum eru góð, men her og nú mugu vit so taka nøkur kurstap upp á partabrøv okkara, staðfesti Marner Jacobsen.


Roknar við ársyvirskoti

Eik Banki er skrásettur á keypsskálunum, og Marner Jacobsen varð spurdur um tað kundi fáa nakran sálarligan týdning, at bankin nú kemur við negativum hálvársroknskapi. Til tað svaraði stjórin í Eik Banka, at hann trúi at partaeigararnir vóru nóg klókir, sum Marner Jacobsen, málbær seg, til at síggja afturum reyðu tølini.

– Tí eg meti at hetta er eitt tekin um, at vit eru ein sterkur banki við góðum likviditeti og driftsvánum, segði Marner Jacobsen, sum eisini er bjartskygdur fyri ársroknskapin.

– Vit vænta at úrslitið áðrenn burturleggingar, kursjavning og skatt verður 335 milliónir krónur. Tað er tað sama, vit væntaðu við ársbyrjan, so í so máta er einki broytt, vísti Marner Jacobsen á.

Men bankin skal við árslok eisini geva upp kursvinning ella kurstap, men her er Marner Jacobsen minni bjartskygdur. – Um tú spurdi meg við ársbyrjan, so hevði eg ivast í, at kursurin fór at falla so nógv. Nú vóni eg, at botnurin er náddur, men eg tori ikki at geva nakað boð upp á tað, svaraði stjórin í Eik Banka til tann spurningin.