Eik Banki: Slakar 240 mió kr í avlopi

Eik Banki hevði eitt sera gott úrslit fyrra hálvár 2007 ? talan er um besta hálvársúrslit higartil. Stórur vøkstur er í avlopi og eginognin er rentað avbera væl

Avlopið er 237,4 mió. kr. áðrenn skatt móti 147,5 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Sostatt er eginognin við ársbyrjan rentað við 34,1 prosentum p.a. móti 26,6 prosentum p.a. sama tíðarskeið í 2006. Hetta er met í søguni hjá Eik, og útlitini fyri árið eru góð.

- Eik-samtakið kann aftur vísa á eitt metstórt hálvársúrslit, ið er merkt av stórum vøkstri bæði í Føroyum og Danmark. Íløgurnar hjá Eik uttanlands - í Spron og Investea - bera eisini stóran ávøkst og góvu eitt týðandi íkast í raksturin, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.