Eik Banki hevur í dag sent brøv til møguligar keyparar av bankanum. Boð upp á bankan skulu verða inni 6. desember, og Eik skal síðani seljast fáar dagar seinni. Eik Banki verður seldur innan ein góðan mánað. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, við Rás2 í dag.
- Vit hava í dag sent brøv til møguligar keyparar av Eik Banka, og nú fer tað at ganga skjótt fyri seg at fáa bankan seldan, sigur Jørn Astrup Hansen við Rás2 í dag.
Brøv eru farin til bæði útlendsk og føroysk feløg og grunnar, og tann 6. desember er evstamark at lata inn boð uppá bankan.
- Eg rokni við, at Eik verður seldur innan 12. desember, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann sigur, at pengar eru í Føroyum til at keypa Eik Banka, men eingin einstakur íleggjari hevur pengar til at keypa bankan. Tí mugu føroysk feløg finna saman um eitt boð, og ein møguleiki er at fáa almennar og hálvalmennar grunnar við í eitt slíkt samtak.
- Tað ræður um at gera vart við seg beinanvegin, tí sølutilgongdin fer at ganga skjótt fyri seg, sigur Jørn Astrup Hansen.