Eik Banki seldur á útsølu

Tað heldur fyrrverandi nevndarformaðurin í bankanum, Odd Bjellvåg, sum ikki ivas í, at bankin fer at vega størri avlop enn mett, um búskapurin normaliserast. - Tað er einki at ivast í, at TF Holding hevur gjørt ein fantastiska handil. Vit skulu minnast til, at Finansiel Stabilitet hevur niðurskrivað bankan eina heila milliard aftrat í mun til tað, sum Fíggjareftirlitið kravdi av nýggjum partapeningi í fjør heyst, sigur Odd Bjellvåg.

Hann sigur, at tað í veruleikanum eru nýggir pengar, sum Finansiel Stabilitet selur.

-Bankin er virðismettur til 900 milliónir, og at fáa 70% av tí fyri 450 milliónir má sigast at vera ein góð forrætning ? eisini um tær 100 milliónirnar falla til gjaldingar aftrat, tí tað merkir bara, at bankin hevur gjørt tað óvanliga gott, sigur Odd Bjellvåg

Hann heldur í heila tikið lítið um framferðina hjá Finansiel Stabilitet.

- Teir hava framført eina ræðukampagnu mótvegis landsstýrinum fyri at trýsta almennu Føroyar at seta pening í bankan. Tíbetur lat landsstýrið seg ikki trýsta, sigur Odd Bjellvåg.

Hinvegin heldur hann, at hendan loysnin er sera góð.

- Partapeningurin var longu burtur, tá Fíggjareftirlitið gravdi eina milliard í nýggjum partapeningi, og við lága prísinum er eisini ábyrgdarpeningurin burtur. Men saman um tikið er hendan loysnin tann besta fyri føroyska samfelagið, sigur Odd Bjellvåg.

Hann heldur tó, at neyðugt verður at skerja í starvsfólokatalinum.

- Serviceringsøkið er ikki so stórt, sum tað var, og bæði Tryggingin og Eik hava sítt deildarnet, sum yvirlappa. Tí verður neyðugt at hyggja at synergieffektini og trimma og geara nýggja bankan til tørvin, sigur Odd Bjellvåg.