Hæddarpunktið á Vinnudegnum er, tá Ársins virki verður valt. Eisini í ár var spenningurin stórur, men sjáldan hevur tað verið ein meiri upplagdur vinnari enn í ár.
Í kriteriunum fyri at vinna heitið Ársins virki, eitur tað hjá Dómsnevndini:
- Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøkni¬frøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur,
- Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini,
-Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki.
Hesi krøv hevur Eik Banki í ríkiligan mun útfylt. Annars sigur Dómsnevndin í síni grundgeving fyri at velja Eik Banka til Ársins virki:
»Fáar føroyskar fyritøkur koma undir heitið born global, skilt á tann hátt, at tær fata allan heimin sum sítt virkisøki. Síggja vit burtur frá okkara fiskaútflutningsfyritøkum, liggur marknaðurin hjá føroyskum fyritøkum at kalla burtur av í Føroyum. Vanar og mangan avmarkandi lógir og reglur gera sítt til, at vit halda okkum innan eingjargarðarnar. Vit minka um seglini, tá byrurin heima ikki er tann besti, og klára so dánt at fylgja við, tá tíðirnar aftur gerast góðar her heima.
?Fleiri av okkara stóru, gomlu fyritøkum eiga av tí sama styrki og íbornar møguleikar, sum ikki verða troyttir nóg væl, eitt nú á størri marknaði. Tað er váðaleysari at halda seg til tað gamla, kenda, men avkast og avbjóðingar verða hareftir.«
Undangongufyritøka
Og Dómsnevndin heldur fram:
»Nútímansgjørdar kappingarreglur og vaksandi altjóðagerðin skapa fortreytir fyri broytingum uttan tó at fremja tær. Tað tykist neyðugt við ungari, væl útbúnari leiðslu og starvsfólki. Men tá kann alt henda. Knappliga tykist alt gjørligt, ið fyrr var óhugsandi. Vit síggja gamlar fyritøkur skifta ham og fáa arnarflog, ið ber tær langt út í onnur lond at gera nyttu og fáa innløgu. Undangongan fær aðrar fyritøkur at fylgja eftir; summar við at skifta eigara og leiðslu, og aðrar bert við at yngri, alheimshugsandi kreftir taka við.
Dómsnevndin er samd um at velja eina av hesum undangongufyritøkum sum ársins virki 2007. Samstundis er talan um ta fyritøkuna, sum hevur víst undangongu á flestu økjunum, sum verða løgd til grund við val av ársins virki, og sum júst tí hevur megnað so góð og sjónlig úrslit. Virkið hevur verið skjótt vaksandi í fleiri ár. Fíggjarligu úrslitini hava verið framúr góð. Virkið hevur víst framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki, og fyritøkan hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki. Fyritøkan hevur skift ham og navn, men kjarnuvirðini í fyritøkuni eru tey somu. Frá traditionellum sparikassavirksemi hevur fyritøkan ment seg til ein nymótans peningastovn, sum bjóðar kappingarneytum úti og heima av, og fyritøkan fær nú stóran part av sínum úrsliti frá virksemi uttanfyri eingjargarðarnar. Fyritøkan verður roknað sum eitt avbjóðandi arbeiðspláss og er sera attraktivt fyri arbeiðstakarar. Úrslitini seinnu árini hava verið framúr góð.«
Heiðurin til starvsfólkið
At enda sigur Dómsnevndin soleiðis í grundgeving síni:
»Fyritøkan hevði í 2006 eitt avlop fyri skatt upp á 307 mió. kr. og fyrra hálvár 2007 var tað 237 mió. kr. Eginognin var 1,2 mia.kr. við árslok 2006 og komin upp á 1,4 mia.kr. fyrra hálvár 2007. Umframt at virka um alt landið við fleiri deildum og dótturfeløgum, hevur fyritøkan við sínum íalt u. 309 fulltíðarsettum starvsfólkum sett á stovn, keypt og gjørt íløgur í fleiri fyritøkur uttanlands. Nevndin hevur ikki ivast í at velja Eik Banka P/F til ársins virki 2007«
Tað vórðu forstjórin og stjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, ið tóku ímóti stóra heiðrinum, og Marner nýtti høvið at takka fyri vegna bankan.
Forstjórin var heldur ikki seinur at lata heiðurin fara víðari til starvsfólkini:
- Ein dag sum í dag eru vit í stjórnini serliga errin av okkara starvsfólkum, og dagsins heiður er fyrst og fremst teirra. Tey arbeiða hvønn dag við tí fyri eyga at veita kundunum eina framúr tænastu, segði Marner Jacobsen.
Hann vísti á í takkarrøðu síni, at vegurin fram móti at gerast Ársins virki hevur verið langur og drúgvur, og at hvørt einasta starvsfólk skuldi endurútbúgvast. Men úrslitini síggjast í dag.
Virksemið er sera nógv broytt, og í dag hava vit eitt fíggjarsamtak við góðum úrslitum og nógvum ymsum streingjum at spæla á. Í dag hava vit eisini helst best útbúnu fólk í føroysku fíggjarvinnuni, og førleikar okkara eru fult á hædd við tað, sum vit síggja hjá fremstu kappingarneytum okkara uttanlands, segði Marner Jacobsen.
Útbúgving týðandi íløga?Fíggjarvinnan hevur fyri langari tíð síðani sæð fyrimunin av at útbúgva arbeiðsmegina væl.? - Í Eik hava vit t.d. gjørt stórar íløgur í útbúgving við tí fyri eyga at hækka tænastustøðið, samstundis sum vit hava sett høg mál og stór krøv til okkara starvsfólk. Tað ber framburð og vøkstur í sær. Stundum sakna vit, at politikarar í Føroyum eisini fara at gera meira skipaðar íløgur í útbúgving í landi okkara. Fólkaskúlin t.d. hevur stóran tørv á íløgum, samstundis sum man saknar at størri krøv verða sett, segði Marner Jacobsen.? Stjórnin leggur stóran dent á, at Eik undir ongum umstøðum nú fer at leggja seg afturá at hvíla oman á heiðursblómunum.
- Hesin heiðurin er fyrst og fremst ein váttan um, at vit munnu vera á rættari leið sum fyritøka og eitt tekin um, at bankin eigur at halda kós og ferð, sigur stjórnin.? Vinnudagurin hevur øll árini verið hildin í Norðurlandahúsinum, og soleiðis var eisini fríggjadagin. Eik hevur eina ferð áður tikið ímóti líknandi heiðuri. Tað var 25. januar 2006, tá Marner Jacobsen, forstjóri, varð kosin Ársins Leiðari.