Tað gjørdist Eik Banki, sum fyri løtu síðani varð valdur til Ársins virki 2007 á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum Vinnudagurin 2007 hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum í dag. Í hesum sambandi vóru fleiri fyrilestrar hildnir, men tað mest spennandi mundi uttan iva vera tiltøkini Ársins átak og Ársins vrki 2007.
Eitt sindur óvæntað varð einki Ársns átak vald, og komst hetta av, at tað var ilt at navngeva nakran ávísan persón, ið av røttum kundi fáa hendan heiðurin. Tað var ikki óvæntað vitjanin av Bill Clinton og Hans Blix, ið varð valt til Ársins átak, men eingin ávísur kundi pilkast burtur úr at verða heiðraður í hesum sambandi.
Men tá tað kom til Ársins virki var straks lættari at velja. Og her var dómsnevndin eftir øllum at døma ikki í iva.
Í grundgevingini fyri at velja Eik Banka til Ársins virki 2007 varð millum annað sagt, at bankin hevði víst serligt framfýsni og áræði, og hevði megnað at endurnýggja seg við ungum, vælútbúnum og útatlítandi starvsfólki.
Bankin hevði megnað at ment og endurnýggja seg sjálvan og víst var á, at Eik samtakið í dag fær ein munandi part av sínum vinningi uttanfyri landoddarnar.
Tað vóru stjórarnir í Eik Banka, Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, ið tóku ímóti blómum og standmynd.