Eik Banki: Misvísandi frágreiðing

Børsen hevur, saman við donsku greinarafyritøkuni Niro Invest, mett um váðan í donskum peningastovnum. Eik Banki í Danmark er nummar 96 av 99 bankum. Men frágreiðingin er misvísandi, skrivar Eik Banki í tíðindaskrivi í kvøld. Metingin byggir á gomul tøl, boðar bankin frá.

- Ein av trupulleikunum við metingini er, at hon byggir á óaktuell tøl úr ársroknskapinum fyri 2009. Hervið er hon grundað á gomul tøl og tekur ikki hædd fyri tí positivu gongdini hjá bankanum síðan árslok 2009, sum hálvársroknskapurin fyri 2010 vísir, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Marner Jacobsen leggur afturat, at Børsen hevur ikki tikið hædd fyri, at Eik Bank Danmark er partur av Eik-samtakinum. Um móðurfelagið varð roknað við í endaliga úrslitið hjá Børsen, var blaðið komið til aðra niðurstøðu, sigur hann.

Tí er kanningin misvísandi, um hon skal nýtast at meta um støðuna, nú ríkistrygdin fer úr gildi hin 1. oktober, skrivar bankin.