Blaðhúsið hjá gomlu Dimmalætting er nú til sølu. Tað er Eik Banki, sum eigur bygningin, og sum hevur átt hann, síðani Dimmalætting kom í fíggjarligar trupulleikar í 2010.
Eftir at Dimmalætting tá fekk nýggjar eigarar, fluttu blaðið úr bygninginum, sum í nøkur ár hýsti nærverkinum.
Dimmalætting flutti í bygningin á Smyrilsvegi í 1985. Tá hevði blaðið hildið til í Erling Jalsgøtu síðani 1889.
Ein partur av bygninginum er bygt til prentsmiðju og hýsir Prentmiðstøðini, sum er einasta prentsmiðja í Føroyum, sum kann prenta avísir.
Einki verður sagt um, hvussu nógv Eik Banki vil hava fyri gomlu blaðhúsini. Men tá bankin yvirtók bygnigin, varð hann keyptur fyri 28,5 milliónir krónur.