Eik banki hevur lítið avlop

Eik Banki hevur eitt lítið avlop aftaná skatt fyrra hálvár í ár. Tað skrivar bankin í tíðindaskrivi fyrrapartin. Tað eru tekin um vøkstur í búskapinum, og tí væntar bankin eitt gott úrslit í ár.

Hallið í fyrra hálvári í ár er 1,4 milliónir krónur. Fyrra hálvár í fjør var hallið 87,1 milliónir krónur. Aftaná skatt vísir roknskapurin gott og væl tríggjar milliónir krónur í avlopi.

Orsøkin er fyrst og fremst, at netto rentuinntøkurnar eru vaksnar úr 246 milliónum krónum upp í 308 milliónir krónur. Nettoinntøkurnar av ómaksgjøldum og provisjónum eru hækkaðar úr 57 milliónum krónum upp í 63 milliónir krónur. Virðisjavningin er hinvegin minus 79 milliónir krónur.

Eik Banki er eisini dýrari at reka nú. Umstingarkostnaðurin og starvsfólkakostnaðurin er hækkaður ú 174,4 milliónum krónum upp í góðar 196 milliónir krónur, samanborið við fyrra hálvár í fjør.

- Fyrra hálvár vísir framgongd. Niðurskrivingarnar eru lægri, øll skuld er endaliga umfíggjað, og solvensurin fyri samtakið er hækkaður upp í 14,4 prosent. Hóast tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman í 2010, vænta vit eitt positivt úrslit fyri árið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik samtakinum.