Eik Banki sendi í nátt eina áheitan á landsstýrið um at hjálpa bankanum við 600 milliónum krónum. Fíggjarmálaráðið setti í gjár ein serfrøðingabólk at greina støðuna, sum númá sigast vera farin frá teori til praksis.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður sigur, at nú verður arbeitt út frá nýggju støðuni, men at alt málið sum tað er verður greinað gjølla, og áðrenn øll viðurskifti eru endavend, tekur landsstýrið onga støðu.
- Tað er neyðugt, at ein avgerð verður grundað á alla ta vitan, vit fáa, tað veri seg frá donsku myndugleikunum og frá Eik Banka, sigur løgmaður.
Kaj Leo Johannesen leggur dent á, at í hesi kreppuni eru øll kortini trygg, bæði privat og fyritøkur, hvat innláni viðvíkur.
- So bankin kemur undir øllum umstøðum at koyra víðari, staðfestir løgmaður.
Funnist hevur verið at, at føroysku myndugleikarnir so seint vórðu kunnaðir um støðuna í Eik Banka.
- Tað er alt sum bendir á, at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir samstundis sum danskir myndugleikar, men sjálvandi haldi eg ikki, at tað er rímiligt, við einari freist upp á 57 tímar at reisa slíkan kapital, og tí eigur danska stjornin at gera sína ávirkan galdandi at leingja freistina, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður vísir á, at bara tað, at TF Holding eru tilreiðar at spýta 400 milliónir í bankan er ein greið ábending um, at tað finnast privatir íleggjarar, ið eru til reiðar at seta pening í bankan.
- Tí eiga danskir myndugleikaqr at syrgja fyri, at bankin fær eina rímiliga reist at reisa neyðuga kapitalin. Og tá eg sigi rímiliga freist, so er talan um ein til tveir mánaðir, sigur løgmaður.
Hann vil ikki í løtuni siga, um tað verður við landskassans hjálp, at Eik Banki fer at yvirliva, men hann roknar við, at Finansiel Stabilitet og fíggjareftirlitið duga at síggja, at 57 tímar freist er ikki rímiligt skotbrá at bjóða Eik Banka.